Leygarkvøldið tann 20. august verður bókaframløga í Paname Café í H.N. Jacobsens bókhandli. Tað er rithøvundurin Hanus Kamban, sum fer at greiða frá sínum nýggja søgusavni, ið hevur heitið "TAÐ LOVAÐA LANDIÐ", sum kom út fyrr í summar.
Høvundurin fer at røða um stuttsøguna sum tekstslag - sæð í samanburði við eitt nú skaldsøguna og yrkingina - og um yrkistekst og fiktión.
Eisini fer hann at umrøða kærleikans ymisku hamir ella andlit – m.a. góðsku (agape), ást (eros) og sublimering - og spyrja, í hvønn mun hesi aspekt kunnu sættast ella samvirka. Hann fer at siga eitt sindur um søgurnar í sínum savni og seta tær í samband við kærleikans ymisku andlit.
Harumframt verður nomið við tekstsløg sum realismu, ævintýrtekst og vísindaskaldskap.
Høvið verður at seta spurningar og møguleiki verður eisini at keypa bókina við høvundsins autografi í.
Tiltakið byrjar leygardagin klokkan 20.
Øll eru vælkomin.