Hanus Hansen keypt part í Arctic Viking

Jóhan Joensen, reiðari á rækjutrolaranum Arctic Viking, váttar, at stórreiðarin í Klaksvík og høvuðseigarin av pf. JFK, hevur keypt seg inn í felagið og hevur fingið sess í nevndini. – Vit hava felags áhugamál, sum vit hava valt at samstarva um, sigur reiðarin

Sveinur Tróndarson
9. september 2021 kl. 11:22

- Ja, tað er rætt, at Hanus Hansen er komin í nevndina í felagnum, sum eigur Arctic Viking.

Tað sigur Jóhan Joensen, reiðari á Arctic Viking, og stjóri í pf. Líðini, sum eigur tann nú 35 ára rækjutrolaran.

Tað eru nakrir dagar síðan søgur byrjaðu at ganga um, at Hanus Hansen hevði keypt Arctic Viking, men tað avvísti hann sjálvur, tá Dimmalætting ringdi til hann í gjár.

- Tað er ikki rætt, at vit hava keypt partafelagið. Út yvir tað havi eg ongar viðmerkingar. Um tú hevur nakrar spurningar um Arctic Viking mást tú ringja til Jóhan Joensen, stjóra í felagnum um tað, var tað, sum vit fingu burtur úr Hanusi Hansen mikukvøldið.

Og tá vit ringdu til Jóhan Joensen fyri løtu síðan avvísti hann eisini søguna um, at felagið var selt, men hinvegin váttaði hann at Hanus Hansen hevur sett pening í felagið og, sum tað eisini kann lesast hjá Skráseting Føroya, at reiðarin í Klaksvík hevur fingið sæti í nevndini.

Men hann vildi ikki siga, hvussu stóran part Hanus Hansen hevur keypt í rækjureiðarínum í Kollafirði.

Grundgevingin er, at partarnir hava felags áhugamál, og tey hava partarnir valt at samstarva um.

Jóhan Joensen vildi ikki koma nærri inn á, hví pf. Líðin er farin í samstarv við Hanus Hansen. Hann endurtók bara, at tað gevur skilagóða meining fyri báðar partar at samstarva, og so er tann søgan í grundini ikki longri.

Stríggin vinna
Tá hugt verður eftir roknskapinum hjá partafelagnum Líðini sæst, at gongdin hevur verið rættiliga misjøvn seinastu nógvu árini.

Árið í fjør gav eitt avlop upp á góðar tríggjar milliónir krónur fyri skatt, men árið fyri gav eitt hall upp á slakar níggju. Orsøkin til tað var, at motorurin á Arctic Viking varð skiftur, og tí lá skipið lutfalsliga stóran part av árinum. Tað sæst aftur í rakstrinum.

Burtursæð frá tí hava verið einstøk góð ár, til dømis í 2018, tá felagið hevði eitt avlop uppá góðar 13 milliónir krónur fyri skatt, og 2015, tá avlopið var góðar 11 milliónir krónur fyri skatt.

Annars hava úrslitini verið lægri og eisini væl lægri, og tað er ein góð lýsing av, at rækjuvinnan er stríggin at arbeiða í.

- Vit skulu øgiliga langt aftur fyri at finna tey heilt góðu árini, tí sjálvt um prísirnir viðhvørt eru á einari leið, so eru nøgdirnar í dag slett ikki til at fáa ein góðan rakstur, sigur Jóhan Joensen.

35 ára gamalt skip
Úrslitini eru tað, sum skulu fíggjað endurnýgging og viðlíkahald av skipi og øðrum, og har vísa roknskapirnir hjá pf. Líðini, at tað ikki er so nógv at geva av.

Felagið hevur eina eginogn uppá 13 milliónir og eina skuld uppá umleið 20 milliónir krónur. Og hóast skipið, ið sum sagt er 35 ára gamalt, er væl viðlíkahildið, so hevði kanska verið ynskiligt at skifta skip. Men tað gongur ikki, sigur reiðarin.

- Tað eru umstøðurnar ikki til í løtuni. Úrslitini eru ikki nóg góð, og tí hevði tað verið eitt ov stórt tak at skift skipið út við eitt nýtt, sigur Jóhan Joensen.

Hann leggur tó dent á, at Arctic Viking er í góðum standi, tí reiðaríið hevur altíð lagt seg eftir at hava skipið í góðum standi.

- Vit hava lagt stóran dent á viðlíkahald, og tað heldur langt. Skrokkurin er gamaní gamal, men hann heldur í ævir, um hann verður hildin, og so er tað restin og tað hava vit allatíðina tikið okkum av, sigur Jóhan Joensen.