Hansi Flick er nýggjur venjari í Barcelona

Katalanska stórfelagið hevur kunngjørt nýggja venjaran í dag

Fríðmundur Nattestad
29. mai 2024 kl. 15:00

Fríggjadagin kunngjørdi FC Barcelona, at felagið hevði sagt venjarin, Xavi, úr starvi.

Nú er nýggi venjarin funnin, og er tað ongin mætari enn 59-ára gamli týskarin Hansi Flick.

Flick var týskur landsliðsvenjari inntil septembur í fjør. Áðrenn tað hevur hann verið venjari hjá m.a. Hoffenheim og Bayern München.

Sáttmálin millum Flick og Barcelona er galdandi til 30. juni 2026.