Hans Skálagarð og Johanna TG 326

Eitt sindur um havmálaran Hans Skálagarð og sluppina Johonnu TG 326

Óli Olsen
28. september 2018 kl. 12:37

Í fjør vár andaðist kendi havmyndamálarin, Hans Skálagarð, 93 ára gamal. Hann var ættaður úr Skúvoy, men búði meginpartin av lívinum í Kalifornia í USA.

“Hanus búði í fjøruni sum smádrongur,” sigur yngri bróðir hansara, Hjartvard. “Seyð og jørð hevði hann ongan áhuga fyri, men fór tíðliga at tosa um at fara til Amerika.”

Skálagarð fór blaðungur til skips, og síðan lá leiðin til Íslands at sleppa við skipi til Amerika. Hetta var tíðliga krígsárini. Fyrsta ferðin miseydnaðist, av tí at hann hevði einki pass við sær. So aftur til Føroya. Men aðru ferð hevði hann eydnuna við sær. Í Keflavík gekk hann dagliga oman á havnarlagið at vita, um ikki bar til at sleppa við skipi til Amerika. Og tað eydnaðist.

Hans Skálagarð sigldi við amerikonskum skipum øll krígsárini og undir koreakrígnum eisini. Mangan var vátt undir føti, og ofta leikaði hart á. Hann var soleiðis við, tá ið teir sameindu summarið 1944 gjørdu innrás í Normandínum. Men ringast var hann staddur í Kyrrahavinum, sigur Hjartvard. Tá var hann umborð á einum tangaskipi, sum japanskur sjálvmorðspilotur stoytti seg niður á og bumbaði í luftina.

Manningin á tangabátinum var 42, men bara tveir hóraðu undan. Hans var annar. Eldur kom í skipið,  ið tók at søkka, og við tað at brennandi olja lak á sjógvin, logaði havið eisini. Men Hanus, sum var av bestu svimjarum, svam undir eldhavinum og bjargaði lívinum.

Hans Skálagarð búði í Carmel, einum lítlum býi nær San Francisco. Filmsjónleikarin, Clint Eastwood, var, sum skilst, ein av vinmonnum hansara. Seinni flutti Skálagarð til eitt annað pláss har í økinum.

Tað var tó sum marinu- ella havmyndamálari gjøgnum langt lív, at Hans Skálagarð av álvara gjørdist kendur í USA. Málningar hansara, ið sýna skip av alskyns slagi, hanga í privatum heimum, almennum bygningum og á maritimum søvnum.  At signeringin í høgra horni niðast borgar fyri góðsku, kann váttast út frá tí sannroynd, at málningar hansara – fyri nøkrum árum síðani – í miðal vórðu seldir fyri 20.000 dollarar.

Í 2011 varð forvitnisligt brot um Hans Skálagarð lagt út á YouTube. Í verkstaði sínum í USA greiðir hann frá lívinum, samstundis sum nógvir málningar eru at síggja. Eitt nú fæst at vita, at áhugin fyri at tekna og mála longu frá barnaárum gjørdi vart við seg.


Johanna TG 326

Johanna var fyrsta sluppin hjá Jákupi Dahl á Gørðunum í Vági. Hon var smíðað í 1884 í Rye í Suðuronglandi, var um 85 tons brutto og æt áður Oxfordshire. Hon varð keypt til Føroya úr Grimsby 8. desember 1894.

Í 1930 fekk Johanna motor, ein 37 hesta scandia, og stýrihús. Í 1951 fekk hon størri motor, 95 hesta hundested, og í 1965 upp aftur størri, 200 hesta volvo-penta.

Johanna var eitt gott skip, royndi við snøri undir Føroyum og Íslandi. Hon fór í 1934 til Grønlands á fyrsta sinni. Komandi árini royndi hon á Suðurlandinum um várið og í Grønlandi um summarið. Tá ið hon á heysti 1939 kom undan Grønlandi, var seinni heimsbardagi brostin á. Eftir kríggið varð aftur farið til Grønlands. Í 1952 og 1953 førdi Klæmint Nicodemussen av Sandi hana í Grønlandi. Fyrra summarið landaði teir tvær ferðir í Føroyingahavnini, áðrenn teir fyltu skipið aftur og komu heim.

Johanna var eisini á sildaveiði í fimmti- og sekstiárunum norðan fyri Føroyar. Í 1962 var hon seinasta túrin á saltfiskaveiði, og fyrst í sjeytiárunum, tá ið hon hevði verið til fiskiskap á føroyskum kjøli í úti við 80 ár, varð hon loksins løgd.

Nógvar sluppir vórðu søktar hesa tíðina, av tí at tíðin var farin frá teimum. Áðrenn tú visti av, lá Johanna einsamøll eftir á Vágsfirði. Og nú er tað, at vágbingar hin 1. mars 1981 boða til fundar og stovna felagið “Johanna TG 326.”

Sluppin varð tikin upp á land, umvæld og umbygd og at enda riggað til av nýggjum. Stórarbeiði var, men 30. mai 1988 legði Johanna frá landi, sigldi tríggjar ferðir í kring úti á fjørðinum og setti kós móti Íslandi. Hesi tríati árini hevur stásskip vágbinga verið óføra virkið. Um Summarið siglir Johanna útferðir, umframt at vitja tá ið sjóvinnu- og sjómannatiltøk eru innan- sum uttanlands.