Fríggjadagin 15. november 2024 var árliga lutakastið um 12.500 kr millum teirra, ið hava latið fiskamerkir inn farna árið.
Tað var Hans Petur Djurhuus av Strondum, sum vann lutakastið.
Merkti fiskurin var ein bankatoskur, sum var merktur 7. oktober 2023. Fiskurin varð fingin aftur 1. august 2024, á Føroyabanka við ”Fiskivarða”. Fiskurin varð latin inn til Havstovuna tann 13. august 2024.
Í ár var lutakastið á Havstovuni í Havn. Eilif Gaard, lívfrøðingur, tók tann vinnandi seðilin og Hallbjørg Hansen frá Landsgrannskoðanini helt eyga við, at lutakastið fór rætt fram.
Havstovan takkar øllum, sum hava sent fiskamerki inn hetta seinasta árið, og ynskir vinnaranum til lukku við vinninginum.