Klokkan 17.45 verður fyrsta bríksl á Tórsvølli, har KÍ í Europa Conference League hevur vitjan av Slovan Bratislava. Tá ið KÍ vitjaði í Bratislava hósdagin 21. september, vann heimaliðið 2-1.
KÍ málskjútti ta ferðina var Deni Pavlovic, sum fýra minuttir eftir steðgin legði KÍ á odda.
Í kvøld er Deni Pavlovic ein av trimum miðverjum. Hinir báðir eru Odmar Færø og Vegard Forren. Heini Vatnsdal, sum plagar at vera fastur maður í miðverjuni, er ikki á listanum.
Á miðvøllinum eru René Shaki Joensen og Jákup B. Andreasen sentralir. Hallur Hansson er langtíðarskaddur, og Luc Kassi, sum hevur verið eyðsýndur í Europa, er ikki á listanum, tí hann er skaddur.
Jóannes K. Danielsen og Patrick da Silva eru vongverjar, og Nils Jonatan Johansson eru millum KÍ stólparnar.
Árni Frederiksberg er leikbannaður. Framrættaður í høgru er Mads Bo Mikkelsen, sum fyrr í ár var skaðadarvaður. Páll A. Klettskarð er fremsti maður. Framrættaður í vinstru er Sivert Gussiås. Har plagar Claus Philip Kronberg at vera. Í kvøld er hann á beinkinum.
At fleiri av teimum, sum plaga at vera millum teir fyrstu ellivu, ikki eru førir fyri at spæla í kvøld, ber við sær, at royndirnar millum teir, sum eru á beinkinum, eru væl færri, enn teir á KÍ beinkinum plaga at eiga.
Hannis Matras er eykamálverji, og saman við Ahmed Latif og Claes Philip Kronberg og Børga Petersen eru fimm ungir klaksvíkingar, sum ikki eiga royndir í europeisku kappingunum.
KÍ – Slovan Bratislava kl. 17.45
Dómarakvartett úr Estlandi: Kristo Tohver, Sander Saga, Sten Klaasen og Juri Frischer (4. dómari)
KÍ: Nils Jonatan Johansson – Jóannes K. Danielsen, Deni Pavlovic (Jóhan Josephsen, 75.), Odmar Færø, Vegard Forren, Patrick da Silva – Mads Bo Mikkelsen (Claes Philip Kronberg, 64.), Rene Shaki Joensen, Jákup B. Andreasen – Páll A. Klettskarð, Sivert Gussiås
Á beinkinum: Hannis Matras, Símun Kalsø, Dávid B. Andreasen, Børge Petersen, Silas Gaard, Ahmed Latif, Jákup N. Vilhelmsen, Jóhan Josephsen, Claus Philip Kronberg
Venjari: Magne Hoseth