Fyri smáum tveimum mánaðum síðan var vaktarskifti á adressuni Ydun Reyngøta 9 í høvuðsborgini. Hannes Heimisson gjørdist sendiharri og aðalræðismaður íslendinga í Føroyum frá og við 1. august í ár.
Sendiharrin vitjaði mikudagin Runavíkar kommunu. Fyri at verða kunnaður um kommununa, og tí at rithøvundurin Einar Már Guðmundsson vitjar býin, táið býarskái verður 2. og 3. november.
Borgarstjórin og mentanarsamskiparin Urd Johannesen tóku ímóti íslendsku gestunum í nýggja býráðssalinum á Glyvrum. Har var mikið spjallað um londini bæði og samskiftið sum hevur verið millum frændatjóðirnar báðar. Borgarstjórin greiddi frá søgu okkara við serligum atliti til Runavíkar kommunu.
Hannes er borin í heim hin 25. mars 1960, og hann er giftur Guðrún Margrét Sólonsdóttir og tey eiga fýra børn.
Hannes Heimisson hevur virkað í íslendsku uttanríkistænastuni síðan 1986, og hann er farin víða um heim. Umframt at hava virkað í uttanríkistænastuni í Reykjavík hevur hann verið ambassadørur í Finlandi (og Estlandi, Litava, Lettlandi og Ukraina), í Japan (og Filipsoyggjum, Brunei, Indonesia, Timor-Leste og Papua Nýguinea), í Svítjóð (og Albania, Kýpros og Kuvait), og í Pólandi (og Ukraina, Bulgaria og Rumenia). Hann hevur millum mong onnur størv verið aðalkonsul í New York og nú er hann sendimaður í Føroyum.
Eftir eina góða løtu í gamla skúlanum óku vit kring um býin, hugdu m.a. eftir motorinum ”Grinkil” í bátahylinum á Glyvrum, og sum nógvir føroyingar vita, vóru tíggjutals motorar av hesum slagnum smíðaðir í Føroyum til íslendingar fyri á leið hundrað árum síðan, serliga til útróðrarmenn á eysturlandinum. Hann var sjónliga hugtikin av framburðinum, tá vit óku eftir Fjøruvegnum, sóu gerðina av nýggjari svimjihøll og umrøddu týdningin sum vinnan hevur fyri økið. Áðrenn sendimaðurin fór úr býnum aftur fingu vit ein góðan døgverða á matstovuni RIST.