Veit ikki hvussu veðrið er kring landið, men her í høvuðsstaðnum er stilt, lýtt, men sera grátt henda várdagin í 2024.
Ella ... kanska mann skuldi sagt 1956.
Kanska gott tað sama, tað við tí gráa.
So sær mann ikki tær fleiri enn 50 føroysku kvinnurnar, sum árliga fáa fosturtøku í Danmark. Mann sær ikki tølini; mann sær ikki lagnurnar. Mann noktar at fyrihalda seg til tær.
Mann sær ikki føroysku læknarnar, sum ikki longur vilja vera landsins lóg, og skríggja eftir greiðari politiskari støðutakan.
Læknarnar, sum við Matteus evangelisti siga: “Men tala tykkara skal vera: Ja, ja; nei, nei.”
Læknarnir fáa hvørki eitt ja ella eitt nei frá politisku skipanini. Teir fáa eitt: “Hatta mugu tit um”.
Í mjørkanum sær mann ikki rættarloysi og tilvildina. Mann sær heldur ikki politiska dirvisloysið.
Mann sær ikki eina danska lóg frá 1956, sum enntá als ikki verður fylgd.
Mann sær heldur ikki tann stóra meirilutan av fólkinum, sum vil enda rættarloysið og tilvildina og krevur, at politiska skipanin fyriheldur seg til veruleikan, heldur enn at nokta at síggja hann.
Um uppskotið hjá Miðflokinum – totalt bann – varð viðtikið, var tað hóast alt ein støðutakan.
Um uppskotið hjá Frams.... eg meini Bjarna Kárason og Ruth Vang varð viðtikið, var tað ein støðutakan.
Men vit valdu hvørki. Vit valdu støðuloysið. Mjørkan.
Partapolitkkurin
Tvey orð um tað partapolitiska:
Síggi at fólk eru ill inn á Javnaðarflokkin.
Men hetta var eitt mál, har hvør stóð frítt. Tað vóru ikki flokkar, men politikarar, sum tóku støðu. Og Javnaðarstemmurnar vóru 7-2. Sjey-tvey. Hevði viljað tað var enn greiðari – men 7-2 er rættiliga greitt.
Tað vóru ikki umboð fyri lista C, sum feldu málið.
Tað gjørdu umboð fyri A, B, H og F.
Og tað er serliga F, sum er áhugavert.
Tí Framsókn hevur gjørt fosturtøkumálið partapolitiskt. Framsókn er fyrsti flokkur, sum beinleiðis hevur brúkt tað í einum valstríði. Flokkurin fekk í stóran mun sítt góða valúrslit av at Ruth Vang beint áðrenn valið gav Jenisi av Rana eina ordans breiðsíðu um júst hetta.
Beint upp í andlitið! Ein tann størsti upper-cut, sum nakar nakrantíð hevur givið nøkrum fyri opnum skermi beint áðrenn val.
Eg veit, at tað fekk fólk at fylkjast um flokkin. Her var endiliga ein, sum tordi! Ruth Vang fær stemmuna! Framsókn fær stemmuna!
Tað var eisini landsstýrismaðurin hjá Framsókn, sum legði málið fram á ting. Ikki so løgið, tá flokkurin vann sær atkvøður uppá júst tað.
Ruth Vang tók eisini tað óvanliga stig, at hon talaði inniliga fyri málinum undir viðgerðini (sum er púra óvanligt av eini landsstýriskvinnu, sum ikki umsitur málið).
Kortini stemmaðu tvey av trimum tingfólkum ímóti!
Ímóti egnum landsstýrismanni. Ímóti egnum formanni. Ímóti tí, tey vunnu valið uppá.
Og tey gjørdu seg sjálv til part av tøgn-mentanini við ikki at siga eitt orð um, hví tey gjørdu, sum tey gjørdu.
Og forrestin!
Í gjár bleiv eisini stemmað um eitt uppskot frá Miðflokkinum um at kalla totalt fosturtøkubann í Føroyum.
Ein tingkvinna hjá Framsókn – Hanna Jensen – stemmaði ikki ímóti...
Har stendur Framsókn virðispolitiskt í dag!
(At heldur eingin úr Fólkaflokkinum stemmaði ímóti tí totala banninum, og annarhvør enntá stemmaði fyri, er ikki so óvæntað. Virðispolitiskt sæst framvegis ikki dagsljós millum Mið- og Fólkaflokkin).