Tað skuldi vera søgan um tann empatiska kanslaravalevnið, ið vitjaði tey neyðstaddu, men ístaðin tosa øll um flennið, sum nú gellur sum ein háðan yvir tey deyðu.
Armin Laschet, ið av mongum verður mettur sum greiður favorittur at gerast kanslari eftir Angelu Merkel, er nú komin í andglettin.
Týski samveldisforsetin, Frank-Walter Steinmeier, vitjaði leygardagin tey kreppuraktu økini í Týsklandi fyri at tosa við ofrini.
Landspartaforsetin í Nordrhein-Westfalen, Armin Laschet, sum eisini er kanslaravalevni fyri CDU, fekk eina heldur óhepnan leiklut, sum serfrøðingar meta kann fáa týdning fyri týska valið.
Fleiri týskir miðlar hava upptøkur, har komandi kanslaravalevnið Armin Laschet stendur og flennur í bakgrundini saman við floksfeløgum, meðan samveldisforsetin heldur eina álvarsama talu til ofrini og teirra nærmastu.
Vanlukkan bleiv eitt hóttafall
Vanlukkan í Týsklandi er í holt við at gerast eitt møguligt politiskt hóttafall fyri Laschet, sum hann bert kann takka sær sjálvum fyri.
Men tað gekk longu galið hósdagin í farnu viku, tá hann í samrøðu við týsku rásina WDR segði, “at mann broytir ikki politik vegna eina hending”, tá hann varð spurdur av vertinum, hvat vatnflóðin fór at merkja fyri hansara veðurlagspolitik. Hann hevur síðani umborið seg fyri sína útsøgn.
Í somu samrøðu fekk hann eisini kallað sjónvarpsvertin Susanne Wieseler fyri “junge Frau” – unga dama.