– Vit eiga at fáa semju á Føroya Løgtingi um fosturtøku í Føroyum.
Tað heldur Jenis av Rana, tingmaður fyri Miðflokkin og nú hevur hann spurt Aksel V. Johannsen, løgmann, um hann er sinnaður at royna tað.
Hann vísir á, at spurningurin um fosturtøku er næstan burtur av ein spurning um sosial viðurskifti, tí nógv tær flestu fosturtøkurnar eru av sosialum orsøkin, sigur hann.
Løgtingið hevur tvey uppskot um fosturtøku til viðgerðar. Annað er frá nettupp Jenisi av Rana og Miðflokkinum um at banna fosturtøku og hitt er frá landsstýrinum um fría fosturtøku til 12. viku.
– Tað ber ikki til í einum so ríkum landi, sum Føroyar
Jenis av Rana heldur, at tað er óvist, hvørja lagnu, uppskotini fáa. kanska verða bæði feld, ella kanska verður annað samtykt.
Tí vildi hann hava at vita frá løgmanni um hann var sinnaður at virka fyri at finna eina semju í málinum um fosturtøku, sum allir løgtingslimir, ella næstan allir, kunnu taka undir við.
Hann heldur enntá, at løgmaður kann ikki lata tann møguleikan fara, uttan at royna hann.
Helgi Abrahamsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, heldur at verður annað uppskotið um fosturtøku, samtykt, verður við einum ógvuliga teprum meiriluta, kanska við 17 atkvøðum fyri og 16 ímóti. Og hann heldur, at tað er stak óheppið at eitt so grundleggjandi mál verður samtykt við einum so teprum meiriluta, har tjóðin verður klovin í tvey.
Aksel V. Johannesen ásannar, at í hesum málinum er so langt ímillum sjónarmiðini hjá teimum ymsu løgtingslimunum, at hann hevur lítlar og ongar vónir um at finna eina semju ímillum øll tingfólk um.
– Landsstýrismaðurin í lógarmálum hevur lagt eitt uppskot fyri Løgtingið um hann metur, at tað er størst møguleiki at fáa samtykt, sigur Aksel V. Johannesen.
Hann ásannar kortini, endar tað við, at annað uppskotið verður samtykt við einum teprum meiriluta, er tað óheppið. Men hann væntar ikki, at tað kann verða stórt øðrvísi, tá ið sjónarmiðini eru so ymisk, sum tey eru. Hinvegin halda onnur tingfólk ikki, at ein tepur meiriluti er tann stóri trupulleikin, tí soleiðis virkar fólkaræðið, at tað er meirilutin sum ræður.
At hetta er eitt mál, tað er ringt at finna semju um, varð kanska staðfest, tá ið Stefan Klein Poulsen, tingmaður fyri Miðflokkin, kallar uppskotið frá landsstýrinum um fosturtøku, fyri eitt »óhugnaligt uppskot«.
Og tað ger tað heldur ikki lættari at finna eina semju ímillum øllum tingfólk, tá ið Jenis av Rana samstundis staðfestur, at fostrið má hava rættin til lívið.