Tað verður Regin W. Dalsgaard, sum fer at stjórna og leiða nýggju Stórhøllina Við Tjarnir.
Tað er nevndin fyri Stórhøllina Við Tjarnir, ið hevur sett Regin W. Dalsgaard. Í nevndini eru Guðrið Højgaard, Bergur Poulsen, Heðin Mortensen, Annika Olsen og Elin Heðinsdóttir Joensen.
Tilsamans 16 umsøkjarar vóru til starvið.
Regin, sum er 40 ára gamal, hevur drúgvar royndir úr vinnulívinum og er útbúgvin innan altjóða sølu og marknaðarføring. Hann tekur við nýggja starvinum beinanvegin, sigur býráðið
Eftir ætlan skal Stórhøllin Við Tjarnir lata upp síðst í januar 2025, og komandi hálva árið fer nýsetti stjórin at fáa ymisk viðurskifti uppá pláss, umframt at bjóða høllina út í altjóða høpi.
- Mín fremsta uppgáva verður at skapa lív í hesar framúr góðu karmarnar, sum verða Við Tjarnir. Alt innihaldið skal nú byggjast upp frá grundini, tí vit á fyrsta sinni kunnu bjóða okkum fram til at hýsa tiltøkum, sum vit ongantíð áður hava kunnað hýst í Føroyum.
Arbeiðið við at bjóða okkum fram má byrja alt fyri eitt, og eg gleði meg til hesa spennandi uppgávu - bæði til altjóðakappingar í ítrótti, stórar konsertir, mentanarlív og altjóða ráðstevnir. Hetta fer at økja okkara møgleikar munandi, sigur Regin W. Dalsgaard í tíðindaskrivi beint nú.
Stórhøllin Við Tjarnir, sum er í trimum hæddum, hevur eina gólvvídd á 8100 fermetrar. Hon er vælegnað til alt frá landsdystum til stórar konsertir og onnur tiltøk, so sum samfelagsmøtir ella ráðstevnur.
Høllin hevur 2.200 sitipláss og 500 standipláss til hondbóltsdystir, og upp til 4.700 sitipláss og standipláss til konsertir, so tað er munandi meiri, enn vit higartil hava havt her á landi.
Umframt tiltøkini verður Stórhøllin Við Tjarnir eisini karmur um heilsugransking. Ein sáttmáli er gjørdur við Fróðskaparsetur Føroya um ein nýggjan ítróttarfakligan vitanardepil, sum fer at savna og menna gransking og vitan innan ítrótt, heilsu og rørslu.
Á myndini er nevndin saman við nýggja stjóranum. Frá vinstrui eru tey Elin Heðinsdóttir Joensen, Guðrið Højgaard, Bergur Poulsen, Heðin Mortensen, Annika Olsen og