Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í útbúgvingarmálum, kann ikki fáa skylduna fyri feilirnar sum hendi í sambandi við nógv umrødda málið, tá ið undirvísingarleiðarin á Glasi, varð uppsagdur.
Tað staðfestir Aksel V. Johannesen, løgmaður.
Málið hevur verið nógv umrøtt, serliga tí at umsitingin í Útbúgvingarmálaráðnum hevur ásannað, at mistøk hendi í viðgerðini. Og tí vildi Jørgen Niclasen, tingmaður fyri Fólkaflokkin hava at vita frá løgmanni um hetta fer at fáa nakrar avleiðingar fyri landsstýrismannin.
Jørgen Niclasen sigur, at í samband við bygnaðarbroytingar á Glasi, varð undirvísingarleiðarin sagdur upp. Men Útbúgvingarmálaráðið, sum er undir undir ábyrgd av Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni, afturkallaði uppsøgnina.
Síðani hevur ein advokatur staðfest, at fleiri feilir eru hendir í viðgerðini í Útbúgvingarmálaráðnum
– Her kann av røttum spyrjast, um fyrisitið er á fullgóðan hátt. Avgerðin fer at kosta landskassanum nógvan pening. Men tað er upp aftur verri, at ber hetta til, kunnu landsstýrisfólk í framtíðini taka avgerðir sum teimum lystir, grundað á skeivar upplýsingar, sigur Jørgen Niclasen.
Hinvegin dugir Aksel V. Johannesen ikki at síggja, at landsstýrismaðurin í útbúgvingarmálum hevur borið seg soleiðis at, at tað skal fáa nakrar avleiðingar fyri hann.
– Hóast fyrisitingin hjá landsstýrismanninum viðgongur, at har eru hendir óhepnir feilir í málinum, eru hetta tó feilir, sum eru hendir á fyrisitingarligum støði og sum landsstýrismaðurin ikki kann taka ábyrgdina av, sigur løgmaður.
Hann ivast ikki í, at landsstýrismaðurin fer at taka málið upp innanhýsis í Útbúgvingarmálaráðnum og sjálvur hevur hann heitt á landsstýrismannin um at tryggja at slíkt mistak ikki hendir aftur.
Hann sigur eisini, at tað er hann, sum býtir málsøkini ímillum landsstýrisfólkini. Men tað eru landsstýrisfólkini, sum sjálvi umsita málsøkini og tí hevur hann ikki heimild at blanda seg upp í og at ógilda avgerðina í málinum.