Hann ivast í um landsstýriskvinnan hevur loyvi til hetta

Nú skal Ingilín Didriksen Strøm greiða frá, hvussu hon hevur loyvi at nokta fólki at sigla undir bjørgunum

Myndin er frá Landsstýrinum
Áki Bertholdsen
30. august 2024 kl. 09:08

Herfyri boðaði Ingilín Didriksen Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, frá, at hon ætlaði at seta tiltøk í verk fyri at verja bjargafuglin betur.

Tí fór hon at seta ein kunngerð í gildi um, at tað skuldi ikki verða loyvt at sigla skjótari enn 8 míl nærri enn 500 metrar úr landi í tíðarskeiðinum frá 15. apríl til 31. august. 

Men Árni Skaale, løgtingsmaður, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, ivast í um landsstýriskvinnan hevur heimild til slíkt.

Og nú hevur hann biðið landsstýriskvinnuna um eina frágreiðing. Hann vil eisini hava at vita, hvat fuglafrøðiligt, ella vísindaligt, grundarlag hetta tiltakið byggir á.

Somuleiðis spyr hann um ikki eru onnur viðurskifti enn bara tað at sigla meiri enn átta míl, sum órógvar fuglalívið.

Ingilín Didriksen Strøm skal eisini greiða frá, hvørjar avleiðingar hetta fer at fáa fyri tey, sum skipa fyri siglitúrum, og um hon ikki ætlar at leggja eitt so stórt inntriv fyri Løgtingið.

Árni Skaale sigur, at tað sær út sum at lógargrundarlagið, Ingilín Didriksen Strøm byggir á í hesum føri, er ein lóg, sum varð sett í gildi í sambandi við oljuvunnu.

Tí heldur hann, at tað er eitt sera víðfevnt tiltak at seta almennar friðingar í verk, sum eru grundaðar á eina lógarheimild, sum upprunaliga tykist at hava eitt annað høvuðsendamál.

Annars heldur hann, at tað eru eisini eru onnur atlit at taka, tá ið slík tiltøk verða sett í verk og tí heldur hann, at kanska átti málið at verið lagt fyri Løgtingið.