Tað var rættiliga óvæntað at frætta nú seinnapartin, at stjórin á Posta, Hans Jákup Langgaard hevur sagt seg úr starvi, longu minni enn eitt ár eftir at hann tók við.
Í stuttari viðmerking sigur hann, at hann hevur verið fegin fyri stjórastarvi á Posta. Men hann viðgongur, at tað kom rættiliga óvart á hann, at endaliga úrslitið fyri í fjør varð, at Posta hevði 6,9 milliónir í halli
Hinvegin sigur hann, at tað hevur eydnast teimum at venda gongdini, so at hann væntar, at Posta fer at hava yvirskot í ár - hóast nøgdin av posti alsamt minkar.
Hann sigur kortini, at hetta hevur kravt nógv av honum, og hinum starvsfólkunum, so tá ið eitt annað starv nú stendur honum í boði, hevur hann gjørt av at taka av, og sostatt at siga seg úr starvi á Posta.
Hann vil kortini ikki siga, hvat tað er fyri starv, hann nú fer at røkja.