Tað er nú greitt, at Bjarni Prior heldur fram sum borgarstjóri í Vága kommunu.Tað varð greitt á eyka býráðsfundi í Vágum í morgun. Á skránni var at velja nevndir, at velja borgarstjóra og vara borgarstjóra. Tað varð ein,ælt samtykt at Einmælt at velja Bjarni Prior til borgarstjóra og Jóanis Albert Nielsen til vara borgarstjóra. Tað eru teir báðir sum fingu flestar atkvøður á lista A, sum eisini fekk stóran meiriluta við átta av teimum ellivu kommunistýrislimunum. Bjarni Prior fekk 258 atkvøður og Jóanis Albert Nielsen fekk 118. atkvøður. Tað er stór framgongd, tí á seinasta vali fingu teir ávikavist 92 og 74 atkvøður.
Annars eru nevndirnar skipaðar soleiðis:
Fastir limir í fíggjarnenvdini eru:
Bjarni Prior, formaður, Albert Ó. Ellefsen, Gunnvá S. á Lofti, Súsanna Nordendal og Thilda H. í Líðini
Fastir limir í tekniskunevnd eru:
Albert Ó. Ellefsen, formaður, Gunnvá S. á Lofti, Elsibet Jacobsen, Jóanis Albert Nielsen og Jónhard Selfoss.
Fastir limir í vinnu- og havnanevndini eru:
Jóanis Albert Nielsen, formaður, Beinta Gudmundsen, Ingi Wiberg, Dánial A. Hansen og Jónhard Selfoss.
Fastir limir í mentanar- og trivnaðarnevndini eru:
Súsanna Nordendal, forkvinna, Elsibet Jacobsen, Beinta Gudmundsen, Ingi Wiberg og Thilda H. í Líðini.
Til stýrið fyri Vesturvón vórðu vald Bjarni Prior, borgarstjóri, Albert Ó. Ellefsen, formaður í tekniskunevnd og Súsanna Nordendal, forkvinna í mentanar- og trivnaðarnevndini
Einmælt samtykt var at velja Gunnvá S. á Lofti í nevndina fyri IRF.
Í tilbúgvingarnevndini sita Bjarni Prior, borgarstjóri, Albert Ó. Ellefsen, formaður í tekniskunevnd og Dánial A. Hansen, býráðslimur.