Ongi úrslit

Hann er fyrsti pávin úr USA

69 ára gamli Leo XIV telist millum teir í yngra endanum av pávum

Jóannes Hansen
8. mai 2025 kl. 20:15

So var hvítur roykur úr skorsteininum í sikstinska kapellinum, og harvið er tað greitt, hvør er nýggjur pávi.

Tá ið hann steig út á svalan varð nýggi pávin stórliga fagnaður av stóru mannfjøldini, ið var savnað á Pætursplássinum.

Nýggi pávin er úr USA. Hetta er fyrsta ferðin yvirhøvur, at ein amerikanari verður valdur til páva.

69 ára gamli Robert Francis Prevost var útnevndur av vera kardinalur í 2023 av Frans páva, sum hann nú avloysir sum pávi.

Nýggi pávin verður nevndur Leo XIV pávi. Hann varð valdur av 133 kardinalum at vera pávi. Tað eru bara kardinalarnir, sum eru yngri enn 80 ár, sum eru við í atkvøðugreiðsluni.

Pávin er rættiliga undur í pávahøpi. Tann yngsta pávin í nýggjari tíð var Karol Wojtyla. Hann var erkabiskupur í Krakow í syðra parti av Póllandi, tá ið hann í 1978 var valdur at vera pávi. Tá var hann 58 ára gamal og yngsti pávin í 20. øld. Pávanavnið hjá honum var Jóhannes Páll II pávi, og hann var pávi í 27 ár.

Habemus Papam, segði franski kardinalurin Dominique Mambert, tá ið hann í kvøld trein út á svalan á Pæturskirkjuni. Á latíni er tað Vit hava ein páva, veit tíðindastovan Reuters at siga.

Nýggi pávin var frá 2015 og fram til 2023 erkabiskupur í Chiclayo i Peru. Nú er hann evsti myndugleiki hjá 1,2 mia katolikkum.

Tað var óvæntað, at tað bara var eitt samdøgur at velja nýggja pávan, og Robert Francis Prevost varð ikki roknaður at vera millum favorittarnar at lyfta arvin eftir Frans páva.

-Friður veri við tykkum øllum, vóru fyrstu orðini, sum nýggi Leo pávi segði, tá ið hann trein út á svalan á Pæturskirkjuni.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta hevði Eyðdis ikki roknað við

11. januar kl. 20:36

Landsstýrið avmarkar nú møguleikarnar at leiga út til ferðafólk

13. januar kl. 12:25

Hann væntar at løgtingsval verður um einar tveir mánaðir

12. januar kl. 11:08

Sendimaðurin við til nýggjárskur

10. januar kl. 19:11

Tann dømda er úr Klaksvík

13. januar kl. 00:50

Myndir: Lív í umborð

23 tímar síðan