Lions Club Tórshavn, sum fevnir um alla Streymoynna, hevur nú heiðrað Øss Christiansen í Vestmanna sum »Ársins borgara 2024«.
Heiðurin fær hann tí at hann, í yvir 25 ár, hevur syrgt fyri, at ung í Vestmanna, Kvívík og Kollafirði trygt kunnu ferðast til og frá náttarlívinum í Havn
Tað er Ikki ókent, at ungfólk úr Norðstreymoy fara til Havnar um vikuskiftini at hugna sær, og tað hava tey gjørt í mong ár. Fyrr varð ofta farið avstað í privatbilum, sum gjarna vóru ovurfyltir, so tað var ikki vandaleyst.
Men einaferð í nítiárunum hendi ein vanlukka oman fyri Kvívík, har fólk fekk mein fyri lívið, og tað skakaði sjálvsagt fólk. Men ein av teimum, ið eisini vildi gera nakað við tingini, var Øssur Christiansen í Vestmanna, sum er barnvaksin í Kvívík.
Ein góð skipan
Tá tók hann stig til Náttarbussin, ið var skipað koyring við ungfólki, so hann fór úr Vestmanna ígjøgnum Kvívík og Kollafjørð, til Havnar, so tey ungu kundu sleppa ‟í býin”. Um náttina var hann so aftur eftir teimum og syrgdi fyri, at tey komu trygt heimaftur.
Skipanin við Náttarbussinum hevur riggað til dagin í dag, og hetta er bæði ein skipan, teimum ungu dámar væl, og sum ikki minst foreldur og avvarðandi kenna seg trygg við og eru glað fyri.
Hóskvøldið, tá ið Lions Club Tórshavn hevði limafund, varð Øssur Christiansen heiðraður sum »Ársins borgari 2024« fyri hetta arbeiði sítt við Náttarbussinum. Har fekk hann eitt heiðursskjal og eina lítla peningagávu