Áðrenn Sting gjørdist kendur tónleikari, so var fyrrverandi frontmaðurin í The Police, Gordon Matthew Thomas Sumner (sum er veruliga navnið hjá Sting, red.), enskt lærari og fótbóltsvenjari í einum skúla nærhendis Newcastle í Onglandi.
Tó hevur hann lagt doyðin á, at sangurin “Don´t Stand So Close To Me” ikki er sjálvsævisøguligur.
Hvussu er og ikki, so hevur tónleikarin og sangskrivarin Sting hevur selt sín tónleik til plátufelagið, Universal Music Publishing Group (UMPG), upplýsir felagið í einum tíðindaskrivi, sambært Reuters.
Við hesari avtaluni letur Sting klassikkarar sum “Every Breath You Take”, “Roxanne”, “Shape of My Heart” og “Englishman in New York” til heimsins størsta plátufelag.
Og tað er ikki smávegis av peningi, sum Sting fær afturfyri at selja sín vørulista av tónleiki til Universal. Sambært Reuters er søluprísurin umleið tvær milliardir krónur í okkara peningi.
Sting var millum annað við at stovna bólkin The Police. Frá 1978 til 1983 gav bólkurin fimm plátur út, og eftir at Sting fór solo, hevur hann givið meira enn eitt dusin av útgávum út. Fleiri av hansara sangum hava verið nógv at hoyrt, og sambært amerikanska tónleikafelagsskapin BMI, er “Every Breath You Take” mest spælda lagið á útvarpsstøðum yvirhøvur.
Og so skal líka leggjast afturat, at Sting eisini hevur Føroyar við í einum av sínum sangum. Hetta hevur hann í sanginum "Why Should I Cry For You", tá hann syngur "Under the Skies of Fall, North-North-West, the Stones of Faroe".
Við søluni legst Sting afturat øðrum kendum tónleikarum, sum hava selt allan sín tónleik til plátufeløg. Nøvn sum David Bowie, sáli, Bruce Springsteen og Bob Dylan eru nøkur av kendu tónleikanøvnunum, sum eisini hava gjørt tað sama.