Handtikin hvítarussiskur mótmælismaður rósar Lukasjenko

Tann hvítarussiski andstøðingurin Raman Pratasevitj rósti Lukasjenko undir einari samrøðu við hvítarussiska ríkissjónvarpið. Hann bleiv noyddur til tað, sigur andstøðan

Sigurjón Einarsson
4. juni 2021 kl. 17:30

Afturhildni hvítarussiski andstøðingurin Raman Pratasevitj var í gjár í hvítarussiska ríkissjónvarpinum, har samrøða var við hann. Í samrøðuni kom hann inn á, at hann hevði lagt ætlanir at skipa fyri mótmælisgongum móti stjórnini og segði, at hann virdi Alexander Lukasjenko, forseta. Hann endaði samrøðuna við tárum í eygunum, har hann umbar seg fyri sínar gerðir og ætlanir.

Familjan hjá Pratasevitj og andstøðan siga, at hann bleiv noyddur av núverandi stjórn til at hava hesa samrøðuna.

Pratasevitj sigur í samrøðuni, at hann luttekur av sínum egnum vilja.

– Eg eri næstan vísur í, at eg verið fordømdur, og at ein mótmælisgonga at vísa mær stuðul ikki verður til nakað, men eg eri líkaglaður, sigur hann í samrøðuni.

– Eg viðurkendi mína skuld, at havi havt ætlanir at fyriskipa ikki góðkend mótmæli. Eg havi funnist at Alexander Grigoryevitj (Lukasjenko), men tá eg hevði sett meg meira inn í tingini, byrjaði eg at skilja, at hann ger tað rætta, og tað virði eg hann fyri, segði Pratasjevitj millum annað í samrøðuni, ið vardi í hálvan annan tíma.

Tann 24. mai ”játtaði” Raman seg sekan í ríkissjónvarpinum við hovnum andliti og tí, sum líktist einum bláum merki á pannuni. Á upptøkuni sigur hann seg ”hava játtað seg sekan í at hava skipað fyri mótmælum í Minsk”. Tá segði hann eisini, at løgreglan fór ”rætt og lógliga” við sær.

Merkir á hondliðum vekir ans

Í samrøðuni, tá Raman Pratasevitj sigur, at hann angrar sínar gerðir, tekur hann hendurnar fyri andlitið og tá síggjast nøkur merkir á hondliðunum.   

Danska TV 2 hevði samrøðu við litaviska uttanríkisráðharran, Gabrielius Landsbergis, í gjárkvøldið, sum kallar merkini fyri “pínslumerkir”. Pratasevitj hevur búð í Litava síðani 2019, eftir at hann flýddi úr Hvítarusslandi.

Hvítarussisku myndugleikarnir hava fleiri ferðir áður hildið fast um, at hesar játtanir í ríkissjónvarpinum frá andstøðingum eru gjørdar av egnum fríum vilja.

Raman Pratasevitj varð handtikin, tá flogfarið hann var í varð tvingað til at seta seg í Hvítarusslandi. Flogfarið var á veg úr Athen til litaviska høvuðsstaðin Vilnius.

Altjóða samfelagið og felagsskapir - millum annað Amnesty - hava fordømt hesa atgerð hjá Hvítarusslandi og krevja eisini, at afturhildni journalisturin og andstøðingurin verður leyslatin í stundini.