Sunnunáttina varð harðskaður á einum skeinkistaði í Havn
Løgreglan sigur, at í fyrstuni sá tað út sum at tað vóru tað tvey fólk, sum løgdust á eitt triðja fólk at sláa. Tann ið varð sligin, fór á Landssjúkrahúsið til kanningar.
Løgreglan fekk eisini navnið á tveimum báðum, sum skuldu havt sligið. Men síðani hava kanningarnar víst, at talan er um ein gerningsmann og hann varð handtikin í gjár.
Løgreglan hevur eisini sett hann í brummuna at vera tí nú skulu løgfrøðingarnir hjá ákæruvaldinun fáa greiði á um hann skal førast fyri rættin í dag við kravi um at hann verða varðhaldsfongslaður ímeðan málið verður kannað.
Hin møguleikin er at hann verður leyslatin aftur til málið verður viðgjørt í rættinum. Løgreglan vil ikki siga, hví tey umhugsa at føra hann fyri rættin í dag, men tað kann vera tí, at hann hevur fleiri líknandi mál hangandi yvir sær, ella tí at talan er um heilt grovan harðskap.