Í gjárkvøldið varð ringt til løgregluna at boða frá, at fólk vóru farin inn í gamla kirkjugarð í Havn. Tað er krikjugarðurin Undir Svínaryggi í Dr. Jacobsensgøtu mitt í Havnini.
Tey vóru drukkin og hildu nógvan gang. Løgreglan sigur, at tá ið tey komu á staðið, var eitt av fólkunum so ávirkað, at fyrsta uppgávan hjá teimum var at koyra tað til hús.
Men tá ið løgreglan so kom aftur í kirkjugarðin at tosa við tey, sum vóru eftir, harnaði tað ímillum løgreglufólk og tey í kirkjugarðinum og tað endaði við, at eitt av fólkunum spýtti á eitt av løgreglufólkunum.
Tað er at gera seg inn á tænasufólk til arbeiðis og slíkur atburður verður ikki góðtikin. Tí varð viðkomandi, sum hevði spýtt, handtikin og førdur á løgreglustøðina til avhoyringar.
Seinni varð hann leyslatin aftur, men hann er nú skuldsettur fyri at gera seg inn á tænastufólk ímeðan tey eru til arbeiðis.