Handtikin fyri at fáa liðfelagan avbukaðan

Kappingin um pláss á besta liðnum í PSG er hørð. Kanska dekan ov hørð. Mikudagin varð Aminata Diallo handtikin, tí løgrelgan hevði illgruna um, at hon hevði rindað tveimum monnum fyri at avbuka ein liðfelaga, ið stríddist um sama pláss á liðnum.

Steinar Patursson
12. november 2021 kl. 15:30

Franska løgreglan handtók mikudagin Aminatu Diallo, miðvallarleikara á franska kvinnulandsliðnum og kvinnuliðnum hjá Paris Saint-Germain. Illgruni er um, at Diallo hevur goldið tveimum monnum pening fyri at buka ein liðfelaga og beinleiðis kappingarneyta fyri miðvallarplássið á liðnum hjá Paris Saint-Germain.

Diallo koyrdi Kheiru Hamraoui heim í bili sínum, tá tveir menn í maski brádliga steðgaðu bilinum og bukaðu Hamraoui so illa við jarnstongum, at henni tørvaði pentir aftaná.

Sum avleiðing av løstunum var Hamraoui ikki partur av liðnum, sum týsdagin spældi Champions League dyst móti Real Madrid, og Diallo var á hennara plássi ístaðin.

Dagin eftir dystin varð Diallo kortini handtikin við hús, tí at illgruni er um, at tað er hon, ið stendur aftanfyri álopið, hóast løgreglan enn ikki hevur skuldsett hana.

PSG hevur váttað, at Diallo er handtikin í sambandi við eitt mál, har ein spælari er álopin, men felagið vil ikki gera fleiri viðmerkingar.

Sambært Daily Mail vóru Diallo og Hamraoui 4. november úti og ótu við felagnum, tá Diallo bjóðaði sær at koyra Hamraoui heim. Tveir menn í masku steðgaðu bilinum og bukaðu Hamraoui í nakrar minuttir, meðan Diallo varð hildin burturi.

Sum skilst veit løgreglan ikki, hvørjir hesir menninir vóru, og tað er heldur ikki greitt, hví løgreglan hevur illgruna til Diallo.