Handilsleiðarar Gitte Elling og Per Martensen í handlinum Brinck Isenkram (Mynd: Niels Skipper)
Handlar í Hirtshals væl vitjaðir av føroyingum
Tá Norrøna leggur at í Hirsthals hava handlarnir longri opið
Fríðmundur Nattestad
21. mars 2024 kl. 13:00
Vinnulívið í Hirtshals hevur notið gott av føroyingum í mong ár, serliga innan fiskiskap. Men føroyska ávirkanin á vinnulívið í Hirsthals merkist eisini á annan hátt.
Tíðindamiðilin NordsøPosten hevur gjørt samrøðu við handilsleiðarar í Hirtshals, sum fegnast um teir mongu føroyingarnar, sum vitja handlarnar í býnum, tá Norrøna leggur at.
Smyril Line skipar fyri bussum, sum koyra av keiini niðan í miðbýin, og Per Martensen, handilsleiðari í Hirtshals, greiðir frá, at handlarnir hava opið longri onkrar leygardagar, tá tey vita, at fleiri føroyingar eru á veg.
Les alla greinina hjá NordsøPosten her.