Hamradun spælir á tjekkiskum tungmálmsfestivali í annaðkvøld

- Hetta er eitt gott høvi at framføra føroyskan fólkatungmálm uttanlanda, sigur Pól Arni Holm, oddamaður í Hamradun

Fríðmundur Nattestad
9. februar 2024 kl. 15:00

Heathen Strike over Brno er heitið á tungmálmsfestivali, sum verður hildin í kvøld og í annaðkvøld, í næststørsta tjekkiska býnum, Brno.

Limirnir í Hamradun, sum vit í Føroyum kenna fyri teirra serstaka fólkatungmálm, eru í løtuni á veg til Tjekkia. Í annaðkvøld eru teir millum teir seinastu bólkarnir, sum skulu á pall á tjekkiska festivalinum.


- Festivalurin er innandurða, og 25 bólkar spæla fríggjakvøld og leygarkvøld. Konsertin hjá okkum er komin í lag ígjøgnum ein týskan bókara, sum til tíðir bókar okkum til ymiskar konsertir í Europa, sigur Pól Arni Holm, oddamaður í Hamradun, við Dimmalætting.

- Væntast kann, at eini 800 - 1.000 fólk eru til eitt tílíkt konsertkvøld. Hetta er enn eitt gott høvi at framføra føroyskan fólkatungmálm uttanlanda, leggur Pól Arni afturat.