Hamradun spælir á Norðoyastevnu

Skráin til Norðoyastevnuna er nú tøk

Fríðmundur Nattestad
29. mai 2024 kl. 11:45

Í vikuskiftinum verður Norðoyastevnan hildin í Klaksvík. Nógv verður gjørt burturúr, og longu í dag er fyrsta tiltakið á skránni, tá skipað verður fyri talvkapping fyri børnum í Skákinum klokkan 17.

Leygardagin klokkan 10.30 verður setanin á Biskupstorgi. Klaksvíkar Hornorkestur spælir, og Johanna Christiansen, forkvinna í Mentanarnevndini, setur stevnuna.


Leygarkvøldið klokkan 19.00 spælir Hamradun á goymsluni hjá Føroya Bjór. Bólkurin hevur fyri kortum latið úr hondum nýggja útgávu, og hevði fyrr í hesum mánaðinum tvær útseldar útgávukonsertir í Norðurlandahúsinum.


Øll skráin til Norðoyastevnuna sæst her.