Hamradun latið nýggja heildarútgávu úr hondum
Útgávan er tann triðja í røðini hjá fólkarokkbólkinum
Fríðmundur Nattestad
8. mai 2024 kl. 22:00
Leygardagin hevði Hamradun útgávukonsert í Norðurlandahúsinum, í samband við at bólkurin júst hevur latið úr hondum sína triðju heildarútgávu. "Nætur níggju" er heitið á nýggju útgávuni.
Í samrøðu við Dimmalætting fyrr í ár segði Pól Arni Holm, oddamaður í Hamradun, at útgávan er ein sokallað konsept-útgáva, hóast løgini á sín hátt standa egin.
- Sum áður er okkurt kvæði og onkur vísa við, umframt nýskrivaði løg. Sungið verður á føroyskum, gøtudonskum og á forna málinum í Hetlandi. Teksturin snýr seg um millum annað føroyska søgu og norrøna gudalæru, greiddi Pól Arni Holm frá.