Leygarkvøldið 13. juli fer sermerkti, føroyski, bólkurin, Hamradun, at hava konsert í Salt.
Hetta er eitt kvøld, tey fara at gera nógv burtur úr, tí áðrenn Hamradun fer á pall, fer klaksvíksbólkurin, Adrenaline at leggja botnin við oyrafangandi rokktónleiki - og tá ið Hamradun hava spælt, fer Eyðun Nolsøe á pallin at spæla til dans.
Okkurt gott verður eisini undir tonnina og til at sløkkja tostan við, og tí partinum standa Jógvan Rasmussen, kokkur á Áarstovu, Benjamin Gaasedal kórleiðari og barrvørður, og Thorbjørn Poulsen fyri.
Hamradun eru serliga kendir fyri at blanda fólkatónleik og kvæði við tungan rocktónleik og serføroyskt stev. og tað ger teir til ein heilt serstakan tónleikabólk, ikki bara í Føroyum, men eisini á altjóða tónleikapallinum.