Farna fríggjadag lat tungmálmsbólkurin Hamferð úr hondum nýggja útgávu við heitinum Men Guðs hon er sterk. Løgini á útgávuni taka íblástur frá syrgiligu hendingini Skaðagrindin, tá fjúrtan mans í 1915 gingu burtur í brotunum á lónni í Sandvík, meðan grind varð hildin til.
Stóri tungmálsmiðilin BangerTV hevur, í sjónbandi á YouTube rásini hjá miðlinum, ummælt nýggju Hamferð útgávuna, og ummælarin letur sera væl at.
Ummælarin kallar bæði Hamferð og nýggju útgávuna fyri eitt eindømi, og gevur útgávuni 4,5 av 5 deyðsskøltum.
Sí ummæli, sum er á enskum, í sjónbandinum niðanfyri.
Hamferð hevur útgávukonsert í Sjónleikarhúsinum í Havn leygarkvøldið 6. apríl. Atgongumerki til konsertina kunnu keypast á atgongumerki.fo.