Hamferð spælir á G! í summar
Dómadagsmálmbólkurin er til reiðar við nýggjari heildarútgávu 22. mars
Tíðindaskriv
5. mars 2024 kl. 09:50
Ein av heimsins bestu dómadagsmálmbólkum er föroyskur, og 22. mars kemur hann við útgávuni "Men Guðs hond er sterk".
Seks ár eru liðin síðani stórverkið "Támsins likam", og tað er tí ikki at taka ov ríkan til, at siga, at dómadags fjepparar í hesum dögum halda ondini í spenningi.
Vit hava upplivað Hamferð á G! fleiri ferðir áður, og hvör ferðin er líka minnilig.
Í sínum svörtu klædningum og við sínum álvarsama framburði, hava teir megnað at skapa eina kenslu av myrkri, mest álíkum jarðarferðini hjá Mykinesi.
Nú verður hamurin skiftur, klædningarnir eru hongdir í skápið.
Hvat fáa vit í staðin frá einum av heimsins bestu dómadagsmálmbólkum? Tú mást fara á G! og uppliva tað!