Hamferð latið nýtt staklag úr hondum

Nýggj heildarútgáva kemur út 22. mars

Skíggjamynd úr sjónbandinum til lagið "Hvølja"
Fríðmundur Nattestad
1. mars 2024 kl. 12:00

Fyri góðum mánað síðani útgav tungmálmsbólkurin, Hamferð, ið spælir sonevndan dómadagstungmálm, nýtt staklag, ið kallast "Ábær". Sjónbandið til "Ábær" kann síggjast her.

Nú er bólkurin til reiðar við sínum næsta staklagi, av komandi heildarútgávu, sum kemur út í hesum mánaðinum. Nýggja staklagið, sum bleiv tókt á talgildu pallunum í gjár, kallast "Hvølja".


Sjónbandið til "Hvølja" er framleitt av Gaui H Pic, og sjónleikarin, vit síggja, er Hans Tórgarð.

Nýggja heildarútgávan hjá Hamferð, ið kallast Men Guðs hon er sterk, kemur á marknaðin 22. mars. Hetta er triðja heildarútgávan hjá bólkinum. Útgávurnar Evst og Támsins likam komu út í ávikavist 2013 og 2018.

Hamferð hevur útgávukonsert í Sjónleikarahúsinum í Havn leygardagin 6. apríl. Atgongumerki til konsertina kunnu keypast á atgongumerki.fo