Tungmálmsbólkurin Hamferð er í løtuni háaktuellur við nýggju útgávuni Men Guðs hond er sterk, og 6. apríl var fullkomiliga útseld útgávukonsert hildin í Sjónleikarhúsinum.
Nú verður aftur høvið at uppliva bólkin á palli, tí fríggjakvøldið 3. mai bjóða FO Tatt Fest og OY til eitt brak av einari konsert, har Hamferð eru til reiðar at blása takið av OY við teirra doom tónum og serstaka ljóði, sum fyriskipararnir siga.
- Dyrnar lata upp kl. 22, har DJ Nookie fer at diska og hita upp til eitt feitt kvøld í tungmálmsins tekin!
- Øll, ið hava vikuskiftispass til FO Tatt Fest 2024, hava ókeypis atgongd, annars verða eitt avmarkað tal av atgongumerkum seld við hurðina, siga fyriskipararnir.
Atgongumerki til FO Tatt Fest kunnu keypast á atgongumerki.fo