Hamferð konsert í Keypmannahavn
Tungmálmsbólkurin framførir í Pumpehuset 24. apríl
Fríðmundur Nattestad
8. februar 2024 kl. 13:38
"Men Guds hond er sterk" er heitið á nýggju útgávuni hjá Hamferð, ið kemur út 22. mars. Tvær vikur seinni, 6. apríl, hevur bólkurin útgávukonsert í Sjónleikarahúsinum í Havn.
Nú fáa fjepparir í Danmark eisini høvið at uppliva Hamferð á palli, tí 24. apríl hevur bólkurin konsert í Pumpehuset í Keypmannahavn. Atgongumerki til konsertina kunnu keypast her.
Fyri góðari viku síðani útgav Hamferð fyrsta staklagið av komandi heildarútgávuni. Lagið ber heitið "Ábær".