Seinasta árið hevur Hamferð ikki verið nógv at sæð á pallinum, men hetta er ikki uttan orsøk. Í tíðini í skugganum hevur bólkurin arbeitt við nýggjum løgum til lurtarnar. Nú tá komandi útgáva er við at finna sítt skap, trínur vælkendi bólkurin aftur á pallin, hesaferð við spildurnýggjum tilfari til áhoyrararnar. Eisini spælir bólkurin nøkur løg frá gomlu útgávum teirra.
Nýggja løgini hava íblástur frá eini sorgarhending vanliga nevnd Skaðagrindin í Sandvík, tá fjúrtan mans gingu burtur í brotunum á lónni meðan grind varð hildin til. Løgini eru framvegis rá og hava sera fjølbroytt løg.
Atgongumerkini til framførsluna í kvøld eru til taks á atgongumerki.fo. Á heimasíðuni, atgongumerki.fo, stendur millum annað um nýggju løgini, at tey ikki fortelja eina samanhangandi søgu samanborið við aðrar útgávur. Tó vísa løgini hendingina úr hvør sínum sjónarhornið. Á henda hátt eru løgini knýtt saman á ein øðrvísi hátt enn áður.
Konsertin verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði klokkan 20 í kvøld.