Hálvur klaksvíkingur keypt sær eitt tanks

Tanksið skal tryggja honum, at hann sleppur til arbeiðis alt árið, tí har hann býr, er rættiliga fitt av kava um veturin

Leif Láadal
23. august 2021 kl. 14:50

Hetta við at skula brúka stríðsvognin sum ”arbeiðsbil” um veturin er tó sagt í skemti. Niklas Nikolajsen - ið sum nógv eftirhondini hava fingið við - er abbasonur J. F. Kjølbro, og tískil hálvur klaksvíkingur, er íðin vápnasavnari. Á slottinum í Zug í Sveis, sum verður liðugt umvælt komandi ár, skal Niklas hava sítt egna vápnasavn, og har skal stríðsvognurin standa.

Niklas sigur, at hann hevur leitað eftir einum slíkum stríðsvogni í eitt ár, og valið bleiv ein M18 Hellcat, sum er í allarfínasta standi. 

Tað blivu umleið 2.500 M18 Hellcat-tanks gjørd. Tey blivu brúkt bæði undir seinna heimsbardaga og Koreakrígnum. Í dag eru bert nøkur fá tanks av hesum slagi eftir.

Keypsprísurin fyri stríðsvognin var slakar 597.000 US-dollarar, sum svarar til 3,8 milliónir krónur.

Haldarar av blaðnum kunnu lesa um slottið í Sveis, og annars um tað nýggjasta, sum er hent í lívinum hjá Niklasi HER