Hálvur føroyingur dømdur 14 ára fongsul fyri dráp

Ein 18-ára gomul kvinna doyði, tá hon varð stungin minst tíggju ferðir, eftir at hálvi føroyingurin og unga kvinnan høvdu havt samlegu. Hálvi føroyingurin brendi hereftir líkið. Í dag er maðurin dømdur 14 ára fongsulsrevsing í rættinum í Nykøbing Falster

Sigurjón Einarsson
16. september 2021 kl. 16:17

Rætturin í Nykøbing Falster hevur í dag dømt ein hálvan føroying 14 ára fongsulsrevsing, fyri at hava dripið eina 18-ára gamla kvinnu eftir samlegu við minst tíggju knívstungum.

19 ára gamli maðurin viðurkendi í rættinum, at hann í apríl í fjør stakk tí 18 ára gomlu kvinnuna umleið tíggju ferðir, eftir at eitt sexspæl við sadomasokistiskum innihaldi gekk galið.

Eftir hetta setti hann eld á líkið og sovikamarið, so íbúgvarnir í hæddini uppiyvir eisini vóru í lívsvanda, sambært einum brunaserfrøðingi.

Tað skrivar B.T.

Áðrenn dómarin og dómsmenninir skuldu taka avgerð um dómin, fekk hálvi føroyingurin møguleikan at fáa orðið, sum reglurnar fyriseta.

– Eg havi leingi hugsað um, hvat eg skal siga. Eg eri komin fram til, at tað ikki er nakað, ið eg kann siga, sum fær broytt mína gerð ella sum kann bøta um støðuna, segði hálvi føroyingurin.

Síðani vendi hann sær til mammuna til dripnu kvinnuna og legði afturat:

– Orsaka. Orsaka. Tað er tað.  

Fyrr í dag greiddi hálvi føroyingurin frá í rættinum, at hann, eftir ein túr í býnum, hevði sett seg í samband við 18 ára gomlu kvinnuna og tey høvdu síðani samlegu. Tá hann í tveimum umførum hevði tikið ov hart um hálsin á kvinnuni, vóru tey komin til ilnar, men tá ið kvinnan ætlaði at ringja eftir løgregluni, gjørdist hann sansaleysur.

Við einum 21 sentimetrar longum køksknívi stakk 19 ára gamli maðurin ungu kvinnuna í yvirkroppin umleið tíggju ferðir og setti síðani eld á gerningsstaðin við húsarhaldsspritti, sum hann fann í einum skápi.