Tað er nú hálvleikssteðgur, eftir ein heldur javnan fyrra hálvleik. Víkingur er á odda 1-0, eftir deyðbóltsstøðu heilt tíðliga í dystinum, sum endaði við sjálvmáli frá KÍ verjuketuni.
Burtursæð frá málstøðuni í sætta minutti, hevur ikki verið tað stóra at sæð til málskapandi álopsspæl frá liðunum báðum. KÍ hevur havt nakað meir av álopsspæli, men eru ikki komnir fram til tær heilt vandamiklu støðurnar. Í 39. minutti skoraði KÍ í deyðbóltsstøðu, men dómarin, Bjarki Danielsen, kolldømdi málið vegna rangstøðu. Víkingur hevur havt tað minni av álopsspæli, men tó so, fingu teir størsta málmøguleika í fyrra hálvleiki, táið Olaf Bárðarson í skjótum uppspæli, hevði allar møguleikar at leggja Víking framum 1-0. Hetta var í 41. minutti og fram til hálvleiks vóru ikki stórvegis álopsmøguleikar. Martin Klein Joensen var í nærdysti við málmannin hjá KÍ, Hannis Matras, men bóltsnillingurin misti tamarhaldi á bóltinum og endaði bólturin tískil í føvninginum á Hannisi Matras.
Dimmalætting er til staðar og skrivar samanumtøku av dystinum. Harumframt gera vit samrøður við umboðum frá báðum liðunum eftir dystarlok.