Hálva millión til verkætlan

Danska Undirvísingar- og granskingarmálaráðið hevur játtað 500.000 krónur úr UArctic-stuðulsgrunninum til eina verkætlan undir leiðslu av Fróðskaparsetrinum við heitinum "Creating Connections in the Arctic Educational Science Community (ConnectED)"

Sigurjón Einarsson
5. juli 2021 kl. 15:20

Endamálið við verkætlanini er at seta í verk eina skiftiskipan fyri granskarar, so at teir kunnu ferðast millum universitet fyri at býta akademiska vitan, serkunnleikar og royndir millum sín og á tann hátt eisini byggja brýr og styrkja um fakligt samstarv tvørtur um undirvísingar- og granskinarstovnar í Arktis.

Danska Undirvísingar- og granskingarmálaráðið hevur játtað 500.000 krónur úr UArctic-stuðulsgrunninum til hesa verkætlanina. 

Verlætlanarleiðari verður Kalpana Vijayavarathan, adjunktur á Námsvísindadeildini á Setrinum.  

Verkætlanin fer at vara frá september 2021 til august 2023.

Umframt Fróðskaparsetrið luttaka átta útlendskir undirvísingar- og granskingarstovnar í verkætlanini.

Kelda: Elsa Maria Højgaard Hansen/Fróðskaparsetur Føroya