Hálva millión til Afghanistan

Landsstýrið letur hálva millión til Afghanistan umvegis ST matvørustovnin World Food Programme. Matvørustøðan í landinum er ring, og bert fimm prosent av fólkinum fáa nøktandi mat.

Steinar Patursson
8. oktober 2021 kl. 15:50

Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum, Jenis av Rana, hevur avgjørt at lata 500.000 kr. í neyðhjálp til Afganistan.

Tað sigur uttanríkis- og mentamálaráðið í dag.

Neyðhjálpin verður latin ígjøgnum heimsmatvørustovnin World Food Programme, ið hevur drúgvar royndir við neyðhjálpararbeiði í landinum, og sum í fjør varð heiðraður við friðarheiðursløn Nobels fyri sítt neyðhjálpararbeiði kring heimin.

Sambært World Food Programme er matvørutrygdin í Afghanistan so ring, at bara 5 prosent av húsarhaldunum í Afganistan fáa tað, ið av heimsmatvørustovninum verður roknað sum nøktandi føðsluvirði. Harumframt eru tvær milliónir børn í vanda fyri føðslutroti, um hjálp ikki verður fingin til vega skjótast gjørligt.