Hallur rennur 24 tímar út í eitt

Føroyski ultra rennarin Hallur Holm rennur í løtuni á Taiwan saman við danska landsliðnum

Árni Gregersen
1. desember 2023 kl. 08:46

Klokkan 2 í nátt okkara tíð fór Hallur Holm úr Havn undir at renna 24 tímar út í eitt.

Hetta fyrigongur seg í Taipai á Taiwan har HM er og Hallur Holm er ein av teimum fýra, sum manna danska landsliðið. til HM.

Hallur Holm hevur áður runnið 223 kilometrar uppá 24 tímar og tað er hansara persónliga met. Ætlanin er at renna eitt sindur longri enn tað og í ætlanini hevur hann sett sær fyri at renna hvønn kil,ometur uppá millum fimm minuttir og 45 sekund og seks minuttir.

Borgarhjørt Holm, sum er við Halli Holm, segði við KvF í morgun,at tá ´hevði Hallur Holm runnið 65 kilometrar og alt hevði gingið væl.

Men sum hon tók til:

-Kappingin er ikki byrjað av álvara enn.

Kappingin endar í nátt klokkan tvey.