Hallur Holm er heimsmeistari
Í Taipei var hann bestur í 55+ aldusrbólkinum, tá i tað varð kappast í 24 tíma renning
Jóannes Hansen
3. desember 2023 kl. 15:35
Í nátt varð ein føroyingur heimsmeistari í renning.
Hallur Holm var ein av fýra luttakarum á danska landsliðnum, sum kappaðist um heimsmeistaraheitið í renning í 24 tímar.
Hallur Holm luttók í aldursbólkinum 55+. Kappast varð í taivanska høvuðsstaðnum Taipei.
Í fyrstu atløgu varð hildið, at Hallur Holm endaði á øðrum plássi, men so vísti tað seg, at spaniumaðurin, sum varð hildin at vera frammanfyri Hall, luttók í einari aðrari kapping.
Í samlaðu kappingini gjørdist Hallur Holm nummar 37. Í 24 tímar rann hann 233,3 kilometrar. Tað vil siga, at Hallur Holm rann maratonteinin meiri enn hálvasættu ferð í eitt samdøgur.