Hallur ber seg undan at spæla á landsliðnum

KÍ miðvallarin hevur valt at bíða við at leggja aðrar byrðar á seg enn tær í KÍ, har tað snýr seg um Europafótbólt og landskappingina

Jóannes Hansen
26. august 2024 kl. 10:38

Um tað var, sum landsliðsvenjarin Håkan Ericson ætlaði, so var Hallur Hansson á listanum, ið landsliðsvenjarin í dag kunngjørdi í sambandi við dystirnar í Nations League, sum vera eftir mánaðarskiftið.

Í morgun venur Hallur Hansson saman við liðfeløgunum í KÍ, áðrenn ferðalagið fer av landinum við kós ímóti Finnlandi, har avgerandi dysturin í Conference League verður hósdagin.

Håkan Ericson upplýsti á tíðindafundinum í morgun, at hann seinastu dagarnar hevur tosað við Hall Hansson og  boðað honum frá, at hann eigur sess á landsliðnum, um hann metir seg vera føran fyri at spæla.

-Vit tosaðu saman fríggjadagin. Tá bað Hallur um umhugsunartíð, og í gjárkvøldið boðaði hann frá, at hann heldur tað vera skilabest, at hann ikki verður á landsliðnum hesaferð, sigur Håkan Ericson landsliðsvenjari, sum leggur aftrat, at hann var imponeraður av avrikinum hjá Halli á Tórsvølli hóskvøldið, tá ið KÍ spældi í Conference League ímóti HJK Helsinki.

Hallur var í meiri enn eitt ár darvaður av krossbandsskaða. Í fjør heyst var hann nakrar ferðir á KÍ liðnum – eitt nú í tveimum dystum í Conference League – men so var hann aftur skaddur, og tað var ikki fyrrenn 4. august í ár, at Hallur var aftur í dysti fyri KÍ, sum hann nú hevur spælt seks dystir við. Eitt nú var hann á vøllinum alla tíðina og javnaði til 2-2, tá ið KÍ hóskvøldið spældi í Conference League ímóti HJK Helsinki.

32 ára gamli Hallur Hansson hevur spælt 71 landsdystir. Hann hevur ikki verið á landsliðnum síðani 14. juni í 2022, tá ið tað í Nations League endaði 2-2 á útivølli ímóti Luksemborg.