Aftir í gjárkvøldið, og í nátt, hevur tað verið seta hált fleiri staðni. Og tað tók tveir bilførarar á bóli. Løgreglan sigur, at í gjárkvøldið fór ein bilur, sum var á veg til Oyndafjarðar, út av. Tá ið bilførarin kom á Heltnina á Oyndafjarðarvegnum, misti førarin tamarhaldið á honum og hann gleið útav.
Bilførarin slapp frá tí uttan at fáa mein.
Eisini í nátt fór ein bilur á glið. Hann var á veg ígjøgnum rundkoyringina við Vágatunnilin, tá ið hann fór á glið í rundkoyringini og rakti eitt skelti. Heldur ikki tann bilførarin fekk nakran skaða.
Løgreglan sigur, at annars ringdu fleiri bilførarar í Havn til løgregluna í gjárkvøldið og boðaðu frá, at tað var so hált, at tað var ikki koyrandi. Hetta var serliga á Løgmannabreyt, so løgreglan mátti ringja til kommuna at fáa tey at salta.