Halda summarkvøld við Toftavatn í kvøld
Tað er eitt tiltak fyri alla familjun
Áki Bertholdsen
8. juli 2024 kl. 14:30
Í kvøld, mánakvøldið, er tiltakið, summarkvøld við Toftavatn, aftur á skrá.
Summarkvøld við Toftavatn er eitt afturvendandi tiltak, ið er sprottið úr arbeiðnum at gera gøtuna runt um Toftavatn, ið Nes og Runavíkar kommunur eru felags um.
Fyrireikararnir siga, at farið verður avstað av tveimum støðum, bæði frá Skúlanum við Løkin og av Svangaskarði. Í ár hugleiðir Alfred Olsen, fyrverandi løgtingsmaður og Dania O. Tausen syngur.
Fyrireikararnir siga, at talan er um eitt hugnaligt barna- og familjuvinarligt tiltak, har matur og okkurt at drekka verða at fáa ókeypis - og tiltakið er alment.