Hann heldur í oyruni á landsstýrismanninum

Løgtingsmaður vil hava at vita um tað verður egg ella ungi hjá Bjarna Kárason Petersen í málinum um at seta vakmyndatól upp

Helgi Abrahamsen ætlar ikki, at landsstýrismaðurin skal sleppa so
Áki Bertholdsen
24. august 2024 kl. 09:35

Í Vár samtykti Løgtingið við stórum meiriluta, at kommunur skulu fáa loyvi til at seta vakmyndatól upp á ávísum støðum í eini roynd at fyribyrgja harðskapi og uppklára mál um harðskap.

Men síðani er einki hent og nú vil Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hava at vita um tað verður egg ella ungi.

Tað er landsstýrismaðurin, Bjarni Kárason Petersen, sum skal avgreiða málið og hann hevur sagt, at hann tekur løgtingsins vilja til eftirtektar.

Men hann hevur heldur ikki dult fyri, at sjálvur tekur hann ikki undir við, at vakmyndatól verða sett upp tí hann heldur, at tað er at ganga persónliga frælsinum ov nær.

Hann hevur eisini sagt, bæði við Sosialin og við Dimmalætting, at hetta er ikki eitt mál, hann leggur stóran dent á at fáa framt. Hann segði bart út, at málið um vakmyndatól stendur niðarliga á listanum yvir mál, hann ætlar sær at fremja.

Hann heldur, at tað eru aðrir mátar at forða fyri harðskapi upp á, og at uppklára harðskapi upp á. Eitt nú heldur hann, at vit skulu hava fleiri løgreglufólk úti ímillum fólk um næturnar. Men tað er ikki ein spurningur, hann hevur nakra ávirkan á, tí løgreglan er donsk.

Men so heldur hann eisini, at eitt, sum kundi hjálpt upp á støðuna, var, var skeinkistøðini sleppa at hava longri opið. Sum nú er, kunnu tey hava opið til klokkan fýra um náttina, leygarnátt og sunnunátt.

Ein av orsøkunum til, at illstøða tekur seg upp í býarlívinum, er at fólk verða koyrd út ov tíðliga, sigur landsstýrismaðurin við Sosialin. Hann heldur, at tí kundi ein loysn verið at skeinkistøðini sleppa at hava longri opið.

Men Helgi Abrahamsen ætlar at hanga í oyrunum á landsstýrismanninum, tí hann ætlar ikki at lata hann sleppa at súlta málið. Tí hevur hann nú aftur reist máli á Løgtingið, har hann spyr landsstýrismannin, hvar málið liggur.  

– Um so er, at landsstýrismaðurin ikki ætlar at fylgja løgtingssamtyktini, men heldur gongur sínar egnu leiðir, er best at hann boðar frá hesum beinanvegin, sigur Helgi Abrahamsen.

Hann sigur, at ger landsstýrismaðurin einki við tað nú, kunnu tingfólk sjálvi gera eitt uppskot um vakmyndatól og leggja tað fyri Løgtingið.