Samgongan hevur bundið fyri: Halda fast um avmarkingina í samgonguskjalinum

Tinglimir í samgonguni sleppa framvegis ikki at atkvøða eftir egnari sannføring í málum, sum full semja ikki er um. Hinvegin er semja um at halda fast við orðingarnar í verandi samgonguskjali. Eisini ta orðingina, sum stutt fyri jól í fjør elvdi til størstu kreppu samgongurnar higartil

Jákup Bogi Joensen
21. januar 2022 kl. 15:30

Samgongan millum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Miðflokkin heldur fram óbroytt við neyvt somu orðingum í samgonguskjalinum og frammanundan.

Tað var úrslitið av kreppufundinum millum floksleiðararnar í samgonguni og lítlu samgongu millum jól og nýggjár.  

Tað vátta umboð fyri samgonguflokkarnar fyri Dimmalætting.

Ikki eitt komma er broytt í samgonguskjalinum og avtaluni, sum flokkarnir skrivaðu undir í september 2019, tá samgongan varð skipað.

Tað merkir í stuttum, at flokkarnir halda fast um avmarkingina í samgonguskjalinum, sum fyri jól í fjør var ein so stór hóttan móti samgonguni, tá málið um sammøður varð samtykt við triðju viðger, at tað mundi enda við samgongusliti.

Tað er stutta orðingin í innganginum í samgonguskjalinum, sum ósemja hevur verið um. Har stendur: ”Í politiska arbeiðinum verða lógarbroytingar bert gjørdar, um semja er millum samgonguflokkarnar”.

Meira um avtaluna millum samgonguflokkarnar og avmarkingina í samgonguskjalinum er í blaðnum, sum kemur í dag.

Les meira: Samgongan hevur bundið fyri: Halda fast um avtaluna í samgonguskjalinum