Hósdagin, tað er 10. oktobur, er altjóða sálarheilsudagur, og hann verður eisini hildin í Føroyum.
Sinnisbati sigur, at, at hóast ljós er varpað á sálarsjúku hesi seinastu árini, eru tað fr amvegis nógvir fordómar knýttar at sálarheilsu.
Hetta ger sítt til, at fólk við sálarsjúku verða viðurkend í samfelagnum og forðar fyri, at tey fáa tikið lut í samfelagnum.
Í hesum sambandi fáa tey vitjan av virðislønta høvundunum, Annu Rieder, sum hevur skrivað tvær bøkur um tær royndir, bæði hon, og onnur, hava av psykiatriini.
Hon er í løtuni aktuell við bókini, Smerte-hjerte - Kontinuitetsnotat, ið er skrivað saman við psykiatara og yvirlækna Birgit Bundesen. Tað eru yrkingar um, hvat tað vil siga at vera ein partur av psykiatriini.
Á skránni verður eisini ein partur av sendingini, Nert ikki við, hjá frá KvF ið nemur við evni, ið vit vanliga ikki nerta við innan sálarheilsuøkið í Føroyum.
Umframt hetta, fer Jóannes Joensen, ið beint nú er við í sendingini, Bass Elvis og Jesus á Mallorka, at framføra fyri okkum, og sálarheilsuvirðislønin 2024 verður kunngjørd og handað.
Tiltakið verður í Smæruni í Havn hósdagin 10. oktobur klokkan 19. og tað er bæði alment og ókeypis.