Norska álopsstjørnan hjá Manchester City, Erling Håland, legði út sum eitt óløgi í sínum fyrsta kappingarári í felagnum. Hann skeyt 52 mál í 53 dystum, og var við til at vinna ensku steypakappingina, enska meistaraheitið og Champions League steypið.
Hóast Håland hevur skotið 31 mál í 38 dystum í hesum kappingarárinum, so hava avrikini ikki verið eins sannførandi, og tey vóru í hansara fyrsta kappingarári. Hetta hevur fingið fleiri viðmerkjarar at seta spurnartekin við, um norðmaðurin hóskar seg til leikskipanina hjá Manchester City venjaranum, Pep Guardiola.
Nú vil tíðindamiðilin Soccer News vera við, at Håland ikki er við í framtíðarætlanunum hjá Guardiola. Sambært hollendska fótbóltsviðmerkjaranum, René van der Gijp, kemst hetta av, at Guardiola heldur seg hava betri royndir við øðrum áleyparum, sum t.d. Sergio Agüero, sum var meira fleksibul enn Håland er.
Ein fleksibul áleypari reiðkar ofta meira runt á vøllinum, sum kann geva einum liði meira dynamikk í álopsspælinum. Håland harafturímóti er ein meira siðbundin áleypari, sum heldur seg til sítt pláss á vøllinum.
Guardiola er kendur fyri at brúka fleksiblar áleyparar, og plagar hann ikki at hava leikarar sum Håland á sínum liðum. Nú kann so vera okkurt, ið bendir á, at spanski stórvenjarin ætlar sær at leita aftur á gamlar gøtur. Um so verður, so er spurningurin hvar Håland endar.