Ongi úrslit

Hal Koch á føroyskum

Í dag kemur ”Hvat er demokrati?” eftir guðfrøðingin Hal Koch út á føroyskum. Forlagið HEMLIÐ gevur bókina út

Tíðindaskriv
25. juni 2021 kl. 11:00

Hal Koch var umframt guðfrøðingur eisini professari í kirkjusøgu. Og nú er kendasta verk hansara flutt yvir í føroyskt mál. 

Bókin kom út beint eftir seinna heimsbardaga og er eitt beinleiðis úrslit av fylgjunum, sum kríggið fekk fyri mong menniskju.

Sambært Hal Koch snýr fólkaræði seg um at luttaka og at skifta orð. Sjálv tilgongdin at tosa um mál hevur týdning og minni atkvøðugreiðslur. 

Eitt støðugt og gott demokratiskt samfelag hevur djúpar røtur í vanliga gerandisdegnum hjá fólki - frá skúlum til felagsskapir og ítróttarfeløg. Hal Koch sigur: ”Tað er tað vekjandi, upplýsandi og uppalandi arbeiðið, sum treytaleyst hevur størstan týdning í einum fólkaræðisligum samfelagi - tað hevur størri týdning enn tað, sum fer fram í Tinginum”.

Hetta er seytjanda útgávan hjá forlagnum HEMLIÐ, ið gevur út heimsklassikarar í føroyskari týðing. Eilif Samuelsen týddi.

Bókin er 122 blaðsíður og kostar 198 krónur.

Bókin kemur út fríggjadagin 25. juni 2021 og fæst til keyps í øllum bókabúðum og á heimasíðu forlagsins.

Mest lisið hesa vikuna

Hans Pilgaard hevur tikið stóra avgerð

22. oktober kl. 19:00

Sólbjørg er ov kvinnulig fyri summi

23. oktober kl. 22:00

Nú eru tølini komin á borðið: So stórt bakkast var Galaxy fyri Suðuroynna

22. oktober kl. 16:00

Skeivt sløkkilið fekk boð um eld

24. oktober kl. 08:35

Bogi kallar ein spaka fyri ein spaka

11 tímar síðan

Eftirlýsti maðurin afturkomin

23. oktober kl. 09:03