Í januar 2024 verður EM endaspæl í hondbólti fyri menn í Týsklandi. Fyrsti dysturin verður 10. januar, og finalan verður 28. januar.
32 europeiskar hondbóltstjóðir vera við í endaspælinum. Tað er greitt, at tvær av hondbóltstjóðunum í bólkinum, sum Føroyar eru í, sleppa upp í part í endaspælinum, og tað er eisini møguleiki fyri, at nummar trý fer at taka lut í endaspælinum.
Í kvøld vístu føroysku spælararnir og føroyska liðið, at tað ber til at kappast á jøvnum føti við tær tjóðirnar, sum Føroyar eru í bólki við. Hákun West av Teigum var framúr, Elias Ellefsen á Skipagøtu vísti í seinna hálvleiki, tá ið tað av álvara stóð á, hvat býr í honum, málverjarnir stóðu seg væl, og so var talan um fínt verjuavrik.
Støðan
Eysturríki 4
Rumenia 2
Ukraina 2
Føroyar 2
Ein dystur verður í morgin, tá ið Ukraina eigur heimavøll ímóti Eysturríki. Orsakað av krígnum verður heimavøllurin hjá Ukraina í morgin í Coburg í Týsklandi.
Eftir framúr 28 – 26 heimasigurin ímóti Rumenia í kvøld eru teir í føroysku leguni farnir undir at fyrireika seg til dystin, sum verður í Rumenia leygardagin klokkan 14.
26. apríl fáa Føroyar vitjan av Ukraina, og síðsti dysturin verður 30. apríl á útivølli í Eysturríki.
Hósdagin 9. mars
Ukraina – Eysturríki
Leygardagin 11. mars
Rumenia – Føroyar
Eysturríki – Ukraina
26. apríl
Føroyar – Ukraina
Rumenia – Eysturríki
30. apríl
Eysturríki – Føroyar
Ukraina – Rumenia