Tað er heimasíðan Handball-Planet.com sum skipar fyri atkvøðugreiðslu á hvørjum ári, sum staðfestir hvørjir teir bestu ungu leikararnir eru í altjóða hondbólti. Kappingin hevur kosið bestu ungu leikarar níggju ferð áður.
Tað eru lesarar á síðuni sum saman við tíðindafólki avgerða hvør vinnur. Heimasíðan velur út teir tilnevndu leikararnar, og síðan verður atkvøtt á heimasíðuni. Hetta er fyrstu ferð ein føroyingur vinnur kappingina.
Hákun er eyðmjúkur
– Tað er altíð stuttligt at fáa viðurkenning, og tað motiverar meg at leggja meira afturat mínum spæli, sigur Hákun West av Teigum.
Hákun hevur gjørt vart við seg í bestu deildini í Danmark seinastu árini, og tað hevur latið eyguni upp hjá enn størri feløgum úti í heimi. Komandi kappingarár skal hann spæla í bundesliguni í Týsklandi, við felagnum Füchse Berlin.
Les meira um skiftið her: Hákun fer til týskan hondbólt: – Deymurin verður veruleiki
Hákun spældi í farnu viku ímóti Füchse Berlin í European League við Skanderborg Århus Håndbold. Hann staðfestir at tað var eitt upplivilsi sum hann tekur við sær tá hann flytur til Týsklands.
– Tað var læruríkt at spæla ímóti komandi felagi mínum. Har er eitt serligt trýst sum kemur av áskoðaraplássunum. Eg gleði meg at spæla har á heimavølli komandi kappingarár, sigur Hákun West av Teigum.
Vann á komandi liðfelaga
Millum teir tilnevndu leikararnar á plássinum hjá Hákuni, vóru Mamadou Diocou úr felagnum La Rioja úr Spania, Antonio Martinez úr Ademar Leon, somuleiðis í Spania, og so Valter Chrintz.
Valter Chrintz er ikki hvør sum helst. Hann er úr Svøríki, og spælir í týska felagnum Füchse Berlin. Tað er somuleiðis komandi felagið hjá Hákuni West av Teigum.
Hákun leggur ikki so nógv í hvørjum hann vann á, ella ikki. Tað er ein annar gerandisdagur sum bíðar í Týsklandi.
– Tað var sjálvandi stuttligt at vera tilnevndur saman við honum, men eg eri framvegis tann lítli fiskurin í ánni tá eg flyti til Berlin um eitt hálvt ár, sigur hann.
Føroyski landsliðsleikarin staðfestir eisini at teir báðir fara at røkja plássið saman, hóast Hákun hevur hug at spæla mest møguligt.
– Valter Chrintz hevur verið har í nógv ár, og tað eri eg sum komi sum nýggjur inn á liðið. Vit eru ymiskir í stíli, hóast vit spæla á sama plássi, og tað eri eg sannførdur um fer at vera ein styrki hjá okkum, sigur Hákun West av Teigum.